Vilstur í toku, veikur og troyttur

Victor Danielsen
Orð: Grace J. Frances
Lag: Hubert P. Main
Týtt: 
Victor Danielsen
Upprunaheiti: Calling to the

1. Vilstur í toku, veikur og troyttur,
armur og eina, tú veitst tær ei veg –
hoyr, hvussu hirðin, mikil í miskunn,
eymur í náði nú kallar á teg!

Niðurlag: Talar til tín, talar til tín,
Jesus, hann talar: Kom nú til mín!
Talar til tín, talar til tín,
hirðin so eymliga talar til tín.

2. Vilstur á fjøllum, hví vilt tú fjakka?
Vónloysið dapurt nú dimmir tín veg;
steðga nú, vinur! Flýggja úr vanda,
júst meðan hirðin nú kallar á teg!

3. Flýggja úr trældómi – Jesus tær hjálpir,
lít tú á hann, hann skal vísa tær veg!
Ómálda náði, kærleikans undur:
Enn stendur hirðin og kallar á teg!

FavoriteLoadingGoym tekstin