Eg vilstur var av leið

Orð: Horatius Bonar
Lag: John Zundel
Týtt: Jákup Olsen

1. Eg vilstur var av leið,
ei heima dámdi mær,
eg elskaði ei Hirðans rødd,
út, burt av leið tað bar;
eg var eitt burt vilst barn,
í heim mítt legði ei,
míns Faðirs rødd ei dámdi mær,
best var mær langt av leið.

2. Um dalar og um fjøll
mín Faðir leitaði,
og Hirðin steig so mangt eitt spor
í oyðimørkini;
so troyttan, einsaman
og sjúkan, deyða nær,
hin stóri kærleiki meg fann
og meg til heimið bar.

3. Mín Hirði Jesus er,
hann, hann meg elskaði,
meg tváaði í blóðinum
og grøddi sárini;
tað, sum var heilt fortapt,
hann søkti, og hann fann,
hitt vilsta hann til heimið bar,
sítt barn nú verjir hann.

4. Eg vilstur var av leið,
eg gekk mín egna veg;
men nú eg elski Hirðans rødd,
við bróst hans hvíli eg.
Eg var eitt burt vilst barn,
so langt av leið eg var;
nú elski eg míns Faðirs rødd,
og heimið best er mær.

FavoriteLoadingGoym tekstin