Vilt tú, at Jesus skal koma tær nær?

Victor Danielsen
Orð og lag: Lewis E. Jones
Týtt: Victor Danielsen
Upprunaheiti: Power in the Blood

1. Vilt tú, at Jesus skal koma tær nær?
Kom, trúgv á hans blóð, trúgv á hans blóð!
Vilt tú, at myrkrið skal víkja frá tær?
Kom, trúgv á hitt frelsandi blóð!

Niðurlag: Tað er kraft, kraft, kraft til frelsu er
bert við trúgv á hans blóð;
tað er kraft, kraft, kraft til frelsu er
bert við trúgv á Jesu blóð.

2. Vilt tú, at hvíla skal sálin so mødd?
Kom, trúgv á hans blóð, trúgv á hans blóð!
Vilt tú við frímóði lyfta títt høvd?
Kom, trúgv á hitt frelsandi blóð!

3. Ynskir tú vita, at sál tín er frí,
kom, trúgv á hans blóð, trúgv á hans blóð!
Hvíla í deyðanum náðini í,
kom, trúgv á hitt frelsandi blóð!

4. Ynskir tú skýli at eiga í neyð?
Kom, trúgv á hans blóð, trúgv á hans blóð!
Eiga eitt álit í lívi og deyð?
Kom, trúgv á hitt frelsandi blóð!

FavoriteLoadingGoym tekstin