Vilt tú ei koma

Orð og lag: Ira D. Sankey
Týtt: Jákup Olsen

1. Vilt tú ei koma, vinur sig,
til hann, sum gevur lív og frið?
Nú Harrin kallar, svara ja!
Hann kallar teg í dag.

Niðurlag:
Hann teg kallar, eymur kallar;
far ei meir ta myrku leið!
Hann teg kallar, mildur kallar;
svara kallinum ei nei!

2. Kom, nú tú hoyrir Harrans rødd,
kom, og tín sál skal verða grødd,
nú náðiboðnum svara ja,
hann kallar teg í dag!

3. Áh, hoyr hann siga: Óttast ei,
tað var júst fyri teg, eg leið,
eg dómin bar í tínum stað!
Hann kallar teg í dag.

4. Áh, vilsta sál, kom heim, kom nú!
Har úti bíðar deyðin jú;
nú Andans kalli svara ja!
Hann kallar teg í dag.

FavoriteLoadingGoym tekstin