Vilt tú eiga frið við Guð

Orð og lag: Kajfinn Hammer
Viðmerking: Yrktur í 1995.

1. Vilt tú eiga frið við Guð,
í Guðs frelsu fáa lut,
verða loystur heilt frá synd og sálarneyð?
Binda mannaboð og krøv,
jarða tey í dópsins grøv,
reis teg upp – og les Jóh. 15.7!

Niðurlag: Segði Eg tær ikki, um tú trýrt, Guðs dýrd tú síggja skalt,
Andans salving tú skalt fáa og skalt kenna ráð Guðs alt!
Ikki lurta eftir mannaboðum, bygg ei meir á tey,
men slá upp og les Jóh. 15.7!

2. Vilt tú kenna fult Guðs kraft,
kenna, loysast kann hvørt haft,
slá so upp og les Jóh. 15.7!
Og tá máttleysur tú ert,
stríð og tap tú kennir bert,
slá so upp og les Jóh. 15.7!

3. Hevur tú í ár so mong
verið heft at sjúkrasong
og ei hómar nakra vón í tíni neyð?
Hjálpti við Betesda hyl
egið strev ei frá, ei til,
slá so upp og les Jóh. 15.7!

4. Vilt tú kenna Dánjals Guð,
í Guðs salving fáa lut,
leggja hendurnar á sjúk og grøða tey?
Vilt tú tala sum Guðs menn,
kenna at Guð livir enn,
slá so upp og les Jóh. 15.7!

5. Hoyrir tú bert larm og dun
og sær ongan verðsins mun
á Guðs fólki og á tí, tær verðin beyð?
Pínist tú í sál og sinn
av tí falli, har kom inn,
slá so upp og les Jóh. 15.7!

6. Trívist tú ei longur har,
fólk í vantrúgv menga sær,
leingist eftir meir av Andans kraft enn tey?
Er frá Orði Guðs so fjart
alt, har verður gjørt og lært,
slá so upp og les Jóh. 15.7!

FavoriteLoadingGoym tekstin