Vilt tú eiga Jesus, leysur, glaður, fríur stá

Victor Danielsen
Orð og lag: Cyrus S. Nusbaum
Týtt: Victor Danielsen

1. Vilt tú eiga Jesus, leysur, glaður, fríur stá,
ganga so við honum lívsins gøtum á,
vilt tú, at hann taka skal tær byrðar tínar frá –
hoyr hans orð og far hans leið!

Niðurlag: Hans blóð teg reinsar og teg frían ger,
hans styrki fært tú til at liva her,
hans Andi tíni sál ta vissu ber:
Tað var gott, eg hoyrdi hann og gekk hans leið!

2. Vilt tú kenna lukku, vilt tú, tær skal gangast væl,
tak við Jesusi, hann alt tær vera skal!
Ynskir tú at bjargast undan kvølum uttan tal –
hoyr hans orð og far hans leið!

3. Ynskir tú at eiga hvíld og frið í tíni sál,
kenna Harrans arm, tá gøtan her er hál,
hvíla við hans bróst, til hann teg føra skal á mál –
hoyr hans orð og far hans leið!

FavoriteLoadingGoym tekstin