Vilt tú elska meg, tá stundir líða

Orð: Hans Andrias Djurhuus
Lag 1: Otto Lindblad
Lag 2: Bárður á Lakjuni

1. Vilt tú elska meg, tá stundir líða,
elska meg, tá sólin summarbjørt
sendir yvir heimin ljósið blíða?
Vilt tú elska meg, tá náttin svørt
breiðir sínar veingir yvir dalar,
vísir sálum ljósan himnaveg?
Og tá lívsins álvar’ til mín talar,
sig mær, góða, vilt tú elska meg?

2. Elska meg, og tá eg kenni megi,
verðin verður meira ljós og blíð.
Elska meg, so livnar upp mín gleði,
elska meg um aldur, alla tíð.
Elska meg, so verður tankin høgur,
elska meg í morgin sum í dag,
og tá hvør ein hjartastrongur kvøður
ljómandi og treyst eitt gleðilag.

3. Vilt tú elska meg, tá stundir líða,
og eg fái lívsins stóra boð,
tá vil eg so treystur frámá stíga,
tankin fær eitt høgt og fagurt flog.
Lat so lívsins bylgjur bróta brattar,
fíggindar í flokki fylkja seg.
Allar tungar byrðar verða lættar,
tá eg veit, tú góða elskar meg.

4. Hvat kann styrkja mann í tungum stríði,
gera ljósa áður myrka sál?
Hvat kann ala upp tær kenslur blíðu,
vísa veg til fagurt endamál?
Tað er kærleiks reina, blíða yndi,
yndið títt, tú givið hevur mær,
tá tú elskhug mær í barmi kyndi.
Lat meg altíð hvíla meg hjá tær.

FavoriteLoadingGoym tekstin