Vilt tú í hjartað frið og hvílu fá

Orð: Henry G. Jackson
Lag: James Milton Black
Týtt: Andrew Thomsen
Upprunaheiti: Look to the lamb of God

1. Vilt tú í hjartað frið og hvílu fá,
hygg tá bert á Guds Lamb!
Hann teg at frelsa doyði krossi á,
hygg, hygg nú á Guds Lamb!

Niðurlag: Hygg, hygg nú á Guds Lamb!
Hygg, hygg nú á Guds Lamb!
Hann, eina hann frá synd teg kann frelsa,
hygg, hygg nú á Guds Lamb!

2. Tá Satan freistar, ivi hjartað vann,
hygg tá bert á Guds Lamb!
Í Jesu navni sigur vinnast kann,
hygg, hygg bert á Guds Lamb!

3. Og um tú troyttast, tykist leiðin long,
hygg tá bert á Guds Lamb!
Skjótt tú í Himli syngur takkarsong,
hygg, hygg nú á Guds Lamb!

4. Tyngja enn skuggar, og gerst gøtan hál,
hygg tá bert á Guds Lamb!
Jesus í øllum alt er tíni sál,
hygg, hygg nú á Guds Lamb!

FavoriteLoadingGoym tekstin