Vilt tú meg elska

Orð: Bjarni Wiberg Joensen
Lag: Jens Lisberg

1. Várið og summar, heystið er farið,
veturin í mínum lívi er nær.
Hugsunarsamur eg siti og stari –
hugsi um lívið og ungdóm sum var.

2. Hugdi uppá meg mín elskaða Urdi
er alt tú sigur, mín elskaði, rætt?
Ferð eftir ferð hon meg kysti og spurdi,
elskar tú meg, góði sig mær tað satt.

3. Vilt tú meg elska, tá hárið er gránað,
tannleys og lamin, grenjut og blind.
Snerkir tú tá, sum tá spikið er tránað
eri eg tá sum ein lamskotin hind.

4. Vilt tú meg elska tá eg eri gomul,
bróstini hanga og rumpan er breið.
Rukkut og skrukkut vit blíva øll somul,
húðin mest minnir um turkaða seið.

5. So skjótt sum hon doyði, mín elskaða Urdi,
fekk eg mær aðra, sum rýmdi frá mær.
Lættiliga gloymdi eg alt, sum hon spurdi.
Tíðin er farin, men lívið tað lær.

FavoriteLoadingGoym tekstin