Vilt tú, sál mín, hava ró

Orð: J. Scheffler
Týtt: Jákup Dahl

1. Vilt tú, sál mín, hava ró,
vilt tú liva glað og fró,
ynskir tú í treyt og møði
tær at kenna lyst og frøi:
elska Jesus, tað er alt,
tá vil til, tú síggja skalt.

2. Ongum harav illa gekk,
at hann hug til Jesus fekk;
aldri nøkrum var til meina,
at hann unti Jesus eina;
Jesus eina unna væl,
tá gerst sálin glað og sæl.

3. Allan heimsins lyst og leik
rokna javnt við strá og veik!
Hann ei hjartans trá kann stilla,
men kann frið og ró tær spilla.
Jesus eina elskast má,
so kann sálin hvílu fá.

4. O, hvør verður hjartað lætt,
tá ein elskar Jesus rætt;
tá er Jesus besta gleði
eins á nátt og ljósum degi;
einki meir tað ynskir sær,
tí í honum alt tað fær.

5. Hvílu og alt gott, ið er,
Jesu yndi við sær ber.
Gævi, sál mín, tú kanst finna
leið tín Jesus rætt at ynna,
rætt at elska, rætt at fá!
Jesus, lat tað verða svá!

FavoriteLoadingGoym tekstin