Vinir Guds á ongum sinni møtast skulu síðstu ferð

Petur Jacob Sigvardsen
Orð: Jens N.L. Schjørring
Týtt: Petur Jacob Sigvardsen
Viðmerking: Týddur í 1973.

Vinir Guds á ongum sinni
møtast skulu síðstu ferð;
renna sorgartár av kinni,
hetta orð tó ugga ber.

Síggjast vit ei meir og fara
foldum frá og undir flag,
í tí stóra halga skara
møtast vit tó Harrans dag.

Um vit enn við sorg her siga
kærum vinum várt farvæl,
góðan dag vit aftur biðja,
himni á tað ljóða skal.

Renna skilnartár á kinni,
syngjandi tó boðskap ber:
Vinir Guds á ongum sinni
møtast skulu síðstu ferð!

FavoriteLoadingGoym tekstin