Vinni eg fram

Martin Joensen
Orð og lag: Martin Joensen

1. Gangi eg regntungar gøtur,
kvøldið sítt ljós hevur kveikt.
Horvnar nú ástarleiksløtur,
horvið títt andlit so bleikt.
Skundandi skuggar, ið heilsa,
men eingin av teimum er tú.
Hvar ert tú nú, mín kæra,
svara mær, hjartað mítt, svara:
Vinni eg fram,
vinni eg fram,
vinni eg fram til tín?

2. Nátt yvir stórbýarverum,
vetur við válarabál.
Tyngist á hoknandi herðum,
hvør køvdi mið mítt og mál.
Leiða meg ljós út um garðar,
føra meg vindar um høv.
Hvar ert tú nú, mín kæra,
svara mær, hjartað mítt, svara:
Vinni eg fram,
vinni eg fram,
vinni eg fram til tín?

FavoriteLoadingGoym tekstin