Vinur, áh, hvør ert tú sligin

Orð: Fanny Crosby
Lag: Silas J. Vail
Týtt: Victor Danielsen
Upprunaheiti: Oh, be saved!

1. Vinur, áh, hvør ert tú sligin!
Orðið veg til hjartað fann;
fjal ei tína djúpu rørslu
og tað tár, av eyga rann!

Niðurlag: Verð nú frelstur! Jesus vann;
verð nú frelstur! Blóð hans rann;
verð nú frelstur! Lít á hann!

2. Jesus boyggir seg nú til tín,
eymur, mildur, hoyr hann nú!
Lívið læt hann, vann tær friðin,
fullan frið – og vrakar tú?

3. Vilt tú bíða til í morgin?
Kanska eingin morgin er!
Kom, kom nú! Tær Jesus bíðar;
tak við frelsu nú og her!

4. Nú, nú ert tú boygdur, rørdur,
tak tí nú hitt stóra stig!
Tak nú, tak í hesum tíma
fyrigeving, frelsu, frið!

5. Tá skal einglaliðið bera
gleðiboð um Himmalstað,
Guds børn her seg skulu frøa,
og tín egna sál er glað.

FavoriteLoadingGoym tekstin