Eg vist ikki má so syrgin vera

Orð: Per Ulrik Stenhammar
Týtt: Victor Danielsen

1. Eg vist ikki má so syrgin vera,
er enn leiðin bæði myrk og trong;
nei, nógv heldur eigi eg at bera
til Guds æru fram ein takkarsong.
Tí hvat er tó alt, ið meg kann møða,
mót tí, Harrin hevur gjørt og ger
til at gleða hjørtuni, sum bløða
á tí veg, sum upp til Himmals ber!

2. Um eg kundi fatað rætt ta náði,
at Guds Sonur doyði fyri meg,
og ta frelsu og tann frið, eg fái
av, at hann gekk krossins tunga veg,
tá vist skuldi sorgin sum ein skuggi
svunnið fyri náðisólini,
kærleikseldur, lovsongurin nýggi
stigið upp av hjartans altari.

3. Men eg veit, hvat mangt eitt Guds barn hendir,
eins og meg á neyðardeginum:
Tó at Jesus troyst til okkum sendir,
lúrir ivin tó í hjartanum;
tungan tagna vil, og mótið falla
á tí sváru, royndartungu leið,
og um vit á Harran vilja kalla,
rópar óttin tó: Hann hoyrir ei!

4. Tú, sum komst hitt falna upp at søkja
og at frelsa hitt fortapta her,
eg teg biði mína trúgv at økja,
minn meg á, at tú mín vinur er,
sum væl skilir, hvat mín anda treingir,
sum vil tvinga ivans óndu makt,
fyri míni bøn ei oyrað steingir,
setur einglar runt um meg sum vakt!

5. Tá eitt tár á kinnini mær rennur,
savna tú tað, goym tað hjá tær har,
tá mín sál seg boygda, veika kennir,
Jesus, styrk meg, send mær kraft frá tær!
Tá ið freisting hóttir meg og snara,
opna eygað, lat meg hana sjá,
styrk meg, inntil eg skal til tín fara
heim, har tár ei renna kinnum á!

FavoriteLoadingGoym tekstin