Víst ísraelsfólk í forðum á ferð til Kána’ans land

Orð: Levi Joensen

1. Víst ísraelsfólk í forðum á ferð til Kána’ans land
so mongum vanda møtti ígjøgnum heitan sand;
men Harrans hond hin góða, hon leiddi tey so væl
og mettaði øll somul í hundraðtúsundtal.

2. Við roykskýggi um dagin, við eldstólpa á nátt
hann vísti sínum fólki til lyftislandið gott,
um Jordan fløddi yvir um allar bakkar har,
ei hindraði tað honum, tá tað um ánna bar.

3. Í dag er Harrans fólk enn á foldum her á ferð,
mót Himmallandi blíða hvørt fótafet meg ber;
um vandar her enn hótta, tað forða mær ei kann,
tí undan gongur Kristus. – Hvør dýrt at kenna hann.

4. Skjótt hoyrist Lambsins songur um portrið móti mær,
tá skal eg honum takka, sum trúfast her meg bar.
Ein syndari fann náði – ja, vunnin dýrt við blóð –
eg skal við ættarfedrunum syngja takkarljóð.

FavoriteLoadingGoym tekstin