Visti tú, hvør Jesu hjarta

Victor Danielsen
Lag: Elihu S. Rice
Týtt: Victor Danielsen

1. Visti tú, hvør Jesu hjarta
brennur, vinur, fyri tær,
gleðitár óivað høvdu
runnið tær av eyga har!

Niðurlag:
Ja, hann vil, ja, hann vil
sum tú ert, í favn teg taka,
sum tú ert, í favn teg taka,
ja, hann nú teg frelsa vil!

2. Visti tú, hvør honum leingist
eftir bert at frelsa teg,
ikki hevði tú tá farið
longur fram á egnum veg.

3. Kom til Harran, hann teg elskar,
honum takk av hjarta sig!
Syndir tínar burt hann tekur,
gevur frelsu, sælu, frið.

FavoriteLoadingGoym tekstin