Vit ákalla teg, o, faðir, um frið

Petur Jacob Sigvardsen
Orð: Petur Jacob Sigvardsen
Viðmerking: Yrktur 30. august 2008.

Vit ákalla teg, o, faðir, um frið,
o, veiti tú lívi á foldini grið.
Vit biðja, at ættini bjargi tín hond
frá neyðum, ið herja um tjóðir og lond.

O, børn vár so kær! Hoyr bøn fyri teim,
o, byggi tey glað síni framtíðar heim.
Lær tú tey at røkja væl luft, hav og jørð,
so dýrini trívast, og grøðin væl grør.

Gev góðvild og kærleika fagrastu kor
og komandi ættum at søkja títt orð.
Lat vinalag valda, burt fíggindskap rek,
at næsta vár elska, tú vilja vár vek.

Vælsigna várt land og tey, her seta búgv
at liva í friði, gudsótta og trúgv.
Lat lívið teim eydnast, av tínari náð
tey heimlandið finni, tá nátt kemur á.