Vit bæði

Orð: Steintór Rasmussen
Lag: Petur Háberg Jacobsen

1. Morgun er og tú ert her í mínari verð
Brosar blíð og øll tann tíð við tær á ferð
Árini so mong leiðin í felag so long
Øll tey ár kenni sum tað var ígjár

Niðurlag: Kærleiki er gáva og tú ert hon hjá mær
Uttan teg alt líkamikið var
At savna vøkur minni og liva tíðarbil
Saman við tær eg leingi liva vil

2. Dagur er og sólin kastar glæmu á mítt borð
Eygu tíni siga meira enn míni túsund orð
Alt vit høvdu saman og tað sum eftir er
Hvør veit hvat ein nýggjur dagur ber

3. Kvøldar myrkrið breiðir út sítt dimma hold
Eg takki fyri dagin og lívið her á fold
Og at mær varð givið tær at fylgjast við
Mín elskaða sum er við mína lið

FavoriteLoadingGoym tekstin