Vit eiga næstan føroyaland

Vit eiga næstan Føroyaland
tjingelingelingeling,
vit eiga mold og eyr og sand
tjingelingelingeling.

Vit eiga hvørt eitt túsundbein
tjingelingelingeling,
vit eiga hvønn ein marknastein
tjingelingelingeling.

Vit eiga hvørja jákupskel
tjingelingelingeling,
vit eiga hvørt eitt dunnuvel
tjingelingelingeling.

Vit eiga hvønn ein hagablett
tjingelingelingeling,
vit eiga hvørt eitt fuglaskvett
tjingelingelingeling.

Vit eiga allir høgan sess
tjingelingelingeling,
vit eiga hvønn ein hagafress
tjingelingelingeling.

Vit eiga næstan Føroya land
tjingelingelingeling,
og okkum javnar brøðraband
tjingelingelingeling.

FavoriteLoadingGoym tekstin