Vit eiga vón

Orð: Jeff Weeks
Týtt: Árni Jacobsen

Tá í loyndum teir sótu í vónloysi har,
hann, sum leiða teir skuldi, á ein kross negldur var.
Men triðja dagin Maria teim boðini ber:
“Eg havi meistaran funnið, og á lívi hann er!”

Vit eiga vón, og hans navn er Jesus!
Deyðan hann feldi, tí hans er alt vald.
Lyftið hann gav, at hann kemur og børn síni savnar.
Tá stór verður gleðin – henda vón ber okkum heim.

Vit í lívinum ferðast sum skip um víða hav,
og vit kósina halda, sum frelsarin gav.
Um storm og streym vit enn kenna, stendur vitin fyri stavn,
og skjótt upprennur sælur dagur, tá vit stevna inn í havn.

Vit eiga vón, og hans navn er Jesus!
Deyðan hann feldi, tí hans er alt vald.
Lyftið hann gav, at hann kemur og børn síni savnar.
Tá stór verður gleðin – henda vón ber okkum heim.

Lyftið hann gav, at hann kemur og børn síni savnar.
Tá stór verður gleðin – henda vón ber okkum heim,
… stór verður gleðin … áh, stór verður gleðin,
og henda vón ber okkum heim … himmalska heim!

FavoriteLoadingGoym tekstin