Vit eru bert fremmand og gestir

James McGranahanVictor Danielsen
Lag: James McGranahan
Týtt: Victor Danielsen

1. Vit eru bert fremmand og gestir,
sum ferðast til Himmalsins lond,
og har er vár bústaður festur,
vit leiðast av Jesusar hond.
Vil verðin ei av okkum vita,
er hurðin enn stongd okkum her,
skjótt skulu í gleði vit sita
hjá Gudi, har heimið várt er.

2. Ei veri tú bangið, mítt hjarta!
Tín gleði, tín hvíld er ei her;
í æviga ljósinum bjarta
ein heimstaður reistur tær er.
Har skulu vit endurloyst syngja
Guds rættvísiskrúð latin í,
har skal eingin sorg okkum tyngja,
har sálin úr bondum er frí.

3. Men Jesus, hann trygt okkum leiðir,
ímeðan vit fold eru á;
í ævigum ljóma og heiður
hans trónu skjótt sita vit hjá.
Áh, hjálp okkum trútt tær at fylgja,
hvønn veg, ið tú føra vilt her,
um enn tað er sorganna bylgja,
sum heim til tín sjálvs okkum ber!

FavoriteLoadingGoym tekstin