Vit eru fagrir lundar

Orð: Kolbein Simonsen og Sharon Weiss
Lag: Kristian Blak

Vit eru fagrir lundar,
og vit hava stríput nev,
og vit seta dám á landið,
á sjógv og luft afturat,
í fínum holum vit allir búgva,
har egg okkar’ vaksa upp,
og vit duga væl at syngja
órk órk órk órk órk órk órk.

Ja lundar eru kendir
um allan okkar knøtt,
og tá børn tey vilja spara
so hjálpa vit teim skjótt,
á turrum fiski eru vit at síggja
ei undur er í tí,
tí vit fanga tjúgu sildir,
uppá næstan 1 – 2 – 3.

Á sumri tá tey koma
at mynda okkum av,
so standa vit so ernir
og vísa okkum fram,
tá kuldin kemur við vindi og kava
so fara vit avstað,
og í Fraklandi vit hava
givið navn til mánadag.

FavoriteLoadingGoym tekstin