Vit eru stríðsfólk Guðs á jørð

Aage Samuelsen
Orð og lag: Aage Samuelsen
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Vit eru stríðsfólk Guðs á jørð
við sigursangi fram tað ber,
hátt vit hevja Orðsins svørð
móti myrku andaverð.
Ei nakar her oss forða kann,
tí vit eiga Frelsaran;
í Hans Navni sigur er,
so at framá altíð ber.

Niðurlag: Skjótt vit tekkja Lívsins Lond
og várt stríð er av,
heima á tí gyltu strond,
leggja ferðarstav.
Øll, sum trúføst hildu út
undir stríðnum her,
fáa har hin góða lut,
sum Guð teim rætta fer.

2. Vit trúarskjøldur bera hátt,
brynjað við Guðs vápnum her,
íklædd Andans kraft og mátt,
álop Satans einki ger.
Tá vit í lýdni elska Guð,
á lyftið treyst vit stíga út,
sigur vinna eitthvørt stað
og hvønn dag, halleluja!

3. Hevur mangan tap tú havt,
leið í stríðnum niðurlag?
Jesus tær vil geva kraft,
sigur Sín hin ónda dag.
Tá tú Guðs Lambi prísar hart,
tú í hjartað dirvi fært,
so tú sálum bjarga kann
út úr glatan, neyð og bann.

FavoriteLoadingGoym tekstin