Vit fara til várt Himmalheim

Lag: George F. Root
Týtt: Jákup Olsen

1. Vit fara til várt Himmalheim,
hin ljósa stað at sjá,
at gleðast har í ljósinum,
gullgøtum ganga á;
men, áh, tú sál, sum ófrelst er,
og Satan heldur tær:
Sig, skulu vit nú skiljast her,
teg sakna uppi har?

2. Ja, perluportrið opið er,
vit atgongd skulu fá;
har er ei tár, ei suff, ei sorg,
har synd ei inn skal ná;
áh, kom við okkum til hitt land,
sum aldri myrkur sær!
Sig, skulu vit nú skiljast her,
teg sakna uppi har?

3. Vit bera boð frá Harranum,
sum her seg ofraði,
um frið og frelsu, ævigt lív,
um náði fyri teg;
áh, lurta, hoyr tey gleðiboð,
sum her fram berast tær!
Sig, skulu vit nú skiljast her,
teg sakna uppi har?

4. Vit vóru ófrelst einaferð,
í synd vit vóru deyð,
men blóðið loysti okkum út
úr deyða, synd og neyð.
Legg teg við bróst hans, tyngda sál,
og frið títt hjarta fær!
Sig, skulu vit nú skiljast her,
teg sakna uppi har?

5. Vit vita, tíðin fer við skund,
skjótt Harrin komin er;
áh, vinur, kom í ørkina,
kom nú, tí tíðin fer!
Tá náðitíðin úti er,
tá læst er hurðin tær;
sig, skulu vit nú skiljast her,
teg sakna uppi har?

FavoriteLoadingGoym tekstin