Vit ferðast heim

Philip P. Bliss
Orð: Sophia Taylor Griswold
Lag: Philip Paul Bliss
Týtt: Brynleif Hansen

1. Vit ferðast heim
at møta teim,
sum synd og sorg ei kenna,
tí leiðin ber,
har Jesus er,
har tár ei meiri renna.

Niðurlag: :,: Vit ferðast heim,
vit ferðast heim til Jesus. :,:

2. Um dalar, fjøll,
um grønan vøll
og oyðimarkir brendar –
halt framá bert,
tí tað er vert,
vár pílgrímsferð skjótt endar.

3. Við krossins fót
eg fái mót,
tá fíggindin meg ræðir,
og undir stríð’
og vápnagný’
eg tali við mín Faðir.

4. Og skjótt vit ná
um lívsins á,
har Jesus okkum fagnar.
Tá lokin er
vár pílgrímsferð,
og stríðið harða tagnar.

FavoriteLoadingGoym tekstin