Vit fingu eini gleðiboð at hoyra

Orð: Edmund í Garði

1. Vit fingu eini gleðiboð at hoyra,
av himni send til syndugt mannaoyra:
nú morgunstjørnan upp um sýn er runnin,
og gøtan í Guðs garð er afturfunnin.

2. Vit fingu eini gleðiboð at eiga,
at henda morgunstjørna vil oss leiða.
O, fylkist undir henni sálir allar,
hon førir okkum bjargað heim til hallar!

3. Vit fingu eini gleðiboð at bera:
her kemur hann, sum sinnið lætt kann gera,
við hjartafriði, smáttum í og borgum,
so takkarsongur ljóðar hvønn ein morgun!

FavoriteLoadingGoym tekstin