Vit fingu lív, vit fingu frið

Orð: Øssur Berghamar

Vit fingu lív, vit fingu frið,
og nú vit kunnu syngja við:
At alt var myrkt og tómt og kalt,
men Jesus kom og umbroytti alt.
Og nú vit vilja,
at tú skalt hetta skilja,
sum vit ei kunnu dylja,
hvør gott tað er at kenna hann.
Hann gevur megi
og kraft á hvørjum degi.
Áh, undurfulla gleði er at kenna Frelsaran.

FavoriteLoadingGoym tekstin