Vit føroyingar fingu frá fornari tíð

Orð: Símun av Skarði
Lag: L. M. Ibsen
Viðmerking: Til fólkafundar á Klakki, 2. hvítusunnudag í 1903.

1. Vit føroyingar fingu frá fornari tíð
ein arv frá fedrunum várum;
tann arvur er farið, vit øll eru í
her úti á Atlantshavs bárum.
Og farið dygdargott, vakurt at sjá,
er Føroyar, fosturland okkara.

2. Um skvatlut var oftani framman stavn,
og sjókappar brotasjógv fingu,
teir óræddir stýrdu mót somu havn
á bylgjunnar ørbrøttu bringu;
teir søgdu: Vit taka eina havn,
har frælsi grør fyri Føroya navn.

3. Tá myrknar um stræti á torføru leið,
og møðin á menninar nívir,
teir síggja, at gøtan er ikki greið,
ei borð móti bárunum lívir.
Tá hoyrdist brak, so hvør maður hvapp,
og stýrisvølur úr hondum glapp.

4. Hin djarvasti sveinur sum minsta kind
tá duttu í vónloysi døkka;
vit reka tí enn fyri vág og vind
og undrast á, at vit ei søkka;
tí róðurleys nú vár skúta fer,
og innanborðs lítil semja er.

5. O føroyingar, sum enn koma á fund
við myrkum og ivandi huga,
tit lítið á líðir og glitrandi sund,
har báran nú brýtur á boða!
Hoyr! hav og land tey nú teska hátt:
“Man føroyingur taka róðrið brátt?”

6. Vit tveita tí burtur alt smáligt kjak
og fylkjast við treysti í barmi,
tí væl er tað vert nú eitt ódnartak
at bjarga tær, land várt, úr harmi.
Um máttur tykist tær lítil um stund,
minst til, at vit finnast fleiri á fund!

7. Vit fylkja nú liðið á fosturjørð,
og ónýtar siðir vit blaka;
øll trøllabørn koyra vit langt um fjørð,
og róður í hond vit so taka
og stýra beint móti bjørtu havn,
har frælsi grør fyri Føroya navn.

FavoriteLoadingGoym tekstin