Vit Halgan Anda biðja nú

Orð: Luther
Týtt: Jákup Dahl

1. Vit Halgan Anda biðja nú
at gera okkum samd í vón og trú
og at heimsins enda
kirkjuna at verja,
neyð og vandum venda,
sum á vilja herja.
Kyrie eleis!

2. Tú lívsins ljós, lýs okkum svá,
at Harrans dýrd vit fáa øll at sjá,
so vit honum fegin
fylgja allar leiðir,
hann, sum okkum vegin
til Guðs ríki greiðir.
Kyrie eleis!

3. Tú kærleiks andi, birt í sál
tann kærleikseld, sum halgar verk og mál,
so í Harrans gleði
sameind øll vit standa,
og hans kærleiks megi
signar hug og anda.
Kyrie eleis!

4. Guðs andi, lætta sorg og harm,
veit frið, sum barn hann fær við móðurbarm;
um í tungum móði
daprir dagar líða,
uggarin hin góði,
gev tú vón at stríða.
Kyrie eleis!

5. Ja, kærleiks andi, ger tað svá,
at vit gudsbarna fund øll koma á;
tá er endað sorgin,
tá er perlan funnin,
opnað himnaborgin,
deyðans máttur vunnin.
Kyrie eleis!

FavoriteLoadingGoym tekstin