Vit, Harri, søkja teg í dag

Victor Danielsen
Orð: Alexander Stewart
Lag: Thomas Hastings
Týtt: Victor Danielsen

1. Vit, Harri, søkja teg í dag
og boyggja knø tær sjálvum nær!
Nú dýrd tín fylli hetta stað,
vælsigna nú, vit bíða tær!

2. Vit takka fyri krossin træ
og blóðið, sum vár atgongd er;
nú reinsað, frígjørd, halgað, ja,
vit høgt upp hevja navn títt her.

3. Í søtum felagi við tær,
høgt oman fyri heimsins stríð,
vit leita til tín kærleik nær
og søkka tína náði í.

4. Ta pannu, tornakrýnda tá,
ta hond, sum gjøgnumstungin varð,
í andanum vit ynskja sjá;
vælsigna nú, vit bíða tær!

FavoriteLoadingGoym tekstin