Vit hava funnið! Lærusveinar søgdu

Petur Jacob Sigvardsen
Orð: Petur Jacob Sigvardsen
Viðmerking: Yrktur 1. oktober 2008.

“Vit hava funnið”! Lærusveinar søgdu,
tá leiðina til Jesusar teir løgdu.
Tað vitnisburður teirra fyrstu var,
sum Jesus Kristus hann útvaldi sær.

Hjá Jesusi tveir lærusveinar búðu
ta einu nátt, og báðir á hann trúðu.
Tá ljóðar aftur kall hans: “Fylg tú mær!”
og lærusveinur hans Filippus varð.

Tá hesir ungdómar til Kristus fara,
tá birtist trúgv í lærusveina skara.
Tað er so fjálgt, so gleðiligt og gott
at síggja ungdóm, ið vil stevna hátt.

Tað broytir lívið, tá vit Jesus finna,
tí trúgvin hon kann mikil stórverk inna.
Hon birtir gleði, frið í sál og sinn
ta løtu, Jesus Kristus sleppur inn.

Tað lyfti vil hann okkum øllum veita:
at finna skulu vit, um bert vit leita!
og Skriftin gevur sjálv so satt eitt svar,
at Jesus leitar eftir tær og mær.

FavoriteLoadingGoym tekstin