Vit í hjørtum várum fegnast um tað verk, ið her er framt

Orð og lag: Øssur Berghamar

1. Vit í hjørtum várum fegnast um tað verk, ið her er framt,
sáðið, sum í trúgv er sáað ár um ár.
Harrans rødd her hevur ljóðað kærleiksfult og álvarsamt,
søgan søgd er, sum kann grøða syndasár.

Niðurlag: Harrin hevur verið góður, og hann signaði
Orðið, sum er altíð nýtt, og ávøkst ber.
Stór var náði Guds og megi,
honum prísa vit við gleði,
sum vit halda á at tæna honum her.

2. Vitnisburðir hava ljóðað – mong ein sál varð endurfødd,
og vit gleddust saman, signing stór tað var.
Saman sungu vit um Jesus – lyftu upp vit vára rødd.
Mangan kendu vit, at Himmalin var nær.

3. Tey, sum undan hava gingið og í áliti á Gud
tóku trúarstig – vit minnast tey í dag.
Tí við eldhuga og ídni tey í verki tóku lut,
og við tøkk vit minnast teirra hjartalag.

4. Harrin Jesus er hin sami – latið okkum tí hvør sær
halda á í trúgv og treysti hond í hond.
Kristi afturkoma nærkast, skjótt vit eru komin har,
stríðið endað er – á føgru heimlandsstrond.

FavoriteLoadingGoym tekstin