Vit í Jesu navni eru savnað her

Orð: M.C. Restorff
Lag: Doris Mae Akers

Vit í Jesu navni eru savnað her.
Kæri Faðir, kom og millum okkum ver.
Luta nú av orði tínum, so hvør sál
kennir, at tín Andi beinir alt á rætta mál.
Av hjarta vit biðja
– títt valdið alt er –.
Hoyr í Jesu navni:
virkin ver,
undurverk ger.
Frá byrjan til enda,
tá hvør fer sína leið,
áh, Harri, ver tú nær,
so hvør og ein teg sær
í øllum, sum fer fram!

FavoriteLoadingGoym tekstin