Vit í talu og sangi nú heilsa tær her

Britt Rasmussen
Orð: Britt Rasmussen

Vit í talu og sangi nú heilsa tær her
kæri landsmaður vælkomin ver.
Her tann Harra at minnast, sum vann teg so dýrt
læn mær oyrað hvar enn tú so býrt.

Jesus upprisin er, tí til Himmals tað ber,
og tað vilja vit siga tær her.
Verð ei ov seinur, lurta, hann er nú í nánd,
hygg á hann, sum kann slíta øll bond.

Nú er veturin farin, hvør skuldi tí trú
at tað, sum lá so følnað og turt.
Aftur livnaði upp og so grønt stendur nú
og tær boðar um bara tú trýrt.

Mangan her niðri heiðraður maðurin er,
fyri dygd og tað verk, sum hann ger.
Men hvønn dag okkar eyga eitt skaparverk sær
ongan heiður tann skaparin fær.

Boygg teg tí nú í dag og til kallið sig ja,
tá vit hittast í Himmalsins stað.
Prís og heiður til hann, sum so dýrt okkum vann
Halleluja og takk tú meg fann.

FavoriteLoadingGoym tekstin