Vit koma, áh, vár Faðir

Victor Danielsen
Týtt: Victor Danielsen

1. Vit koma, áh, vár Faðir,
og eitt várt hjarta er,
og savnast til hitt eina,
tín Son at minnast her!
Tvey tekin her vit hava,
tvey minni, søt og góð,
eitt breyð – hans likam brotið,
ein kalik – Jesu blóð.

2. Vit bróta breyð og undrast,
hvør stór tín náði var,
á kærleik tín, sum dró teg
frá tíni trónu har;
fullkomin er tann brúður,
tú her tær hevur valt,
tó sjálv bert ørm og fátæk,
í tær hon eigur alt.

FavoriteLoadingGoym tekstin