Her vit kunnu skatta allar dýpdir havsins

Meta av Fløtum
Orð og lag: John Willard Peterson og Alfred B. Smith
Týtt: Meta av Fløtum
Upprunaheiti: This love is mine

1. Her vit kunnu skatta allar dýpdir havsins,
siga fjarleika til stjørnur himli á;
men Guds kærleika vit aldri kunnu máta,
støddin er ov høg, ov djúp og fjar at ná.

Niðurlag: Ein slíkan kærleika eg ei kann skilja,
ið Gud mær vísti gjøgnum sonin sín.
Hann fyri meg djúpt boygdi seg,
Guds undurfulli kærleiki – ja, hann er mín.

2. Og í sólsetri hans kærleika eg skoði,
síggi hann í blómu vakurleikans við;
og tá Jesus nam við syndatyngda hjartað,
endurloysti hann meg, gav mær fullan frið.

3. Skjótt eg skal hann síggja og har honum takka –
við tí frelsta skara níga við hans fót
og í endaleysa ævi honum prísa,
undrast á, at hann mær veitti sálarbót.