Vit leggja út á Jesu kærleikshav

Orð: Paul Rader
Lag: Arthur W. McKee
Týtt: Hákun Djurhuus
Upprunaheiti: The river of thy grace

1. Vit leggja út á Jesu kærleikshav
og seta kós, sum Harrin sjálvur gav,
hans náðiflóð er rík, ótømandi,
vit stevna móti ævini.

Niðurlag: Heimsins gleði kann ei metast við ta sælu
– Jesus síggja vit í dýrdini,
har hans samfelag vit ævigt njóta
framman fyri náðitrónuni.

2. Skjótt land vit síggja framman fyri stavn
og leggja inn í tryggu Himmalhavn,
har vit syngja um hitt blóð á Golgata,
sum reinsar alla ævina.

3. Guds Andi kallar teg, kom heim í dag,
kom heim til Jesus, tú skalt síggja tað,
at hann er lív og vegur, sannleiki,
sum leiðir móti ævini.