Vit lesa um ein lítlan mann

Vit lesa um ein lítlan mann,
í forðum einaferð,
sum visti, tó hann ríkur var:
ei gull tað besta er!

Á jú, mín vinur, tað er satt:
ei gull tað besta er!
At vita, at tín sál er frelst,
tað mangan betur er.

Og so ein dagin frætti hann:
“Ein maður er á ferð,
sum ikki eigur gull, men tað,
ið mangan betri er.”

So klývur hann upp í eitt træ,
sum tætt við vegin er,
at síggja hann, sum meir enn gull,
til mannasálir ber.

Og Jesus kemur gangandi
og steðgar síni ferð;
“Kom niður!” sigur hann, “í dag
hjá tær mítt tilhald er.”

Sakeus fekk at kenna tá,
hvat Jesus við sær ber;
ei fekk hann gull, men hann fekk tað,
ið mangan betri er.

FavoriteLoadingGoym tekstin