Vit lovprísa tær, Faðir

Orð: Asbjørn Standal
Týtt: Hildegunn Steinhólm

1. Vit lovprísa tær faðir, halleluja!
Vit hálova tínum navni, halleluja!

Niðurlag: Títt er valdið og æran! Halleluja!
Halleluja, halleluja!

2. Fyri dagin í dag, takk, halleluja!
Fyri vón um morgindagin, halleluja!

3. Tú komst niður til jarðar, halleluja!
Tú vart píndur og áspyttur, góði Jesus.

4. Skótt tú kemur í skýnum, halleluja!
Máttu øll verið búgvin, góði Jesus!

FavoriteLoadingGoym tekstin