Vit lyftu og bóru

Orð: Hákun Djurhuus
Lag: Tað lýsir um fløtur
Viðmerking: Yrktur til Føroya Arbeiðarafelag í 1963.

1. Vit lyftu og bóru,
í virksemi vóru
hvønn einasta dag.
Tó móðir í ørmum
og sveittir í børmum
í góðum lag.
Fyri heimi og kærum á degi sum nátt
vit nýttu vára megi og allan mátt.

2. Vit bygdu og taktu,
á skipsdekki flaktu
og tøk vóru mong.
Undir arbeiðsins merki
í tingum verki
var tíð ofta long.
Men frískir vit vóru í sinni og sál,
loystu úr lagdi og settu okkum mál.

3. Vit lógu so manga
løtu undir tanga
og andstreymur rann.
Vit spýttu í lógva
fyri tangan at rógva,
og hvør maður fann
sær sess á bekki og áræðið svá,
ið bar at máli, tá hildið varð á.

4. Tað vit skuldu náa
og okkara fáa,
vit vunnu við stríð.
Ei øllum vit rukku,
ofta árarnar stukku,
men vit góvu tíð.
Móti ávegis málum stóð okkara kós,
tey lýstu fyri framman sum kveikjandi ljós.

5. Vit eru tær fjøldir,
ið hava í øldir
um lívsins sjógv,
víst verk í gerðum
og borið á herðum
bæði mikið og nógv.
Úr okkara hondum vaks tað, ið er,
vit eru moldin í stóru verð.

FavoriteLoadingGoym tekstin