Vit menniskjabørn eru sett her á fold

Orð: Meta av Fløtum
Lag: Andrew Thomsen

1. Vit menniskjabørn eru sett her á fold,
eins og blómur í Guds urtagarð,
hóast ymisk vit eru, í upphavi Gud
okkum skapti í mynd síni væl.

2. Í garðinum ymiskar blómur vit sjá,
sera vakrar, ei gera tær mein,
og í marglittum búnum tær prýða um vøll,
ja, so serstøk er blóman, hvør ein.

3. Og menniskjabarnið er serstakt, hvørt eitt,
ja, av sonnum tað dýrabart er,
og vit øll hava rætt til mannsømilig kor,
tí vit líka nógv verd eru her.

4. Komið, saman tí standið, tað styrki jú ber,
komið, hjálpið hvør øðrum á ferð,
kanska lívið hjá onkrum tá ljósari gerst,
og nógv lættari byrðin tá er.

FavoriteLoadingGoym tekstin