Vit minnast aftur á ta tíðina, ið fór avstað

Orð og lag: Øssur Berghamar

1. Vit minnast aftur á ta tíðina, ið fór avstað,
ímillum vinir hollar gott var vinalag.
Mangan heit var hond,
sterk vóru kærleiksbond,
tá sálin stimbrað varð – í trúnni styrkt og glað.
Tær løtur signaðu – vit aldri kunnu gloyma tær,
tá vitnað varð við frímóði um Frelsaran.
Og vit gleddust tá
um øll, ið søgdu frá
teim undurverkum, eina Jesus gera kann.

Niðurlag: Gamlar gøtur, dýrar løtur,
tá vit saman leitaðu á fund.
Gamlar gøtur, friður søtur,
minni rík um manga farna stund.

2. Við megi sangurin um Harran mangan ljómaði,
tá vit av hjarta sungu, alt vit vóru ment
um tann sæla lut
at eiga frið við Gud,
ið er tann størsta signingin, vit hava kent.
So broyttist tilveran, og ymisk gjørdist lívsins leið,
men signað er, at Jesus kennir okkum væl.
Og vit ynskja her,
at hann, sum var og er,
við endurnýggjan okkum aftur vitja skal.

Niðurlag: Gamlar gøtur – við hans føtur,
har kann sálin aftur vera glað.
Gamlar gøtur, Harrin møtir
tær og mær í kærleika í dag.

FavoriteLoadingGoym tekstin