Vit minnast

Lag: Hvør skuldi gamlar gøtur…

Vit minnast manga gleðistund
og mangt eitt vinarlag,
vit enda henda veitslufund
og tøma minnisskál.
Fyri hvørja stund, ið livað er
– og sóma okkum bar,
vit tøma eina gleðisskál
og minnast stund, sum var.

Á vetrarstund vit gingu heim
so mangt eitt vakurt kvøld,
tá mánin fyri stjørnu dró
tey bláu kuldatjøld.
Og tíðin skiftir rætt sum er,
tað gránar yvir skarð. –
Vit drekka eina vinarskál
og minnast tíð, sum var.

Vit drekka eina vinarskál
og reisast borðum frá –
og minnast aftur farna stund
og hvat sum hendi tá.
Hvør stund í gleði farin er,
so mongum gleði bar –
vit drekka eina vinarskál
og minnast stund, sum var.

Vit minnast skip á blonku vág,
sum fóru undir segl,
og morgunroðin landi á,
og fjørðin sum eitt spegl.
Og veitsluróm á hvørji nátt,
tey reystu mannamál. –
Fyri hvørja lidna gleðisstund –
vit tøma eina skál.

FavoriteLoadingGoym tekstin