Vit páskahátíð halda

Orð: Valdimar Briem
Týtt: Petur Jacob Sigvardsen
Viðmerking: Týddur í november 2002.

Vit páskahátíð halda
og honum tøkkir gjalda,
sum sætti Gud við sekan mann
og sjálvan deyðan yvirvann.
Halleluja.

Hann reis úr deyðans fjøtrum
ta dýrdar morgunløtu,
tí syngið hátt hvør heimsins tjóð
av hjarta føgur sigursljóð.
Halleluja.