Vit prís til Harran syngja

Vit prís til Harran syngja
og lata røddir ringja
:: og takka í dag. :,:
Særd hjørtu kunnu grøðast,
og tyngdar sálir frøast,
av songi ikki møðast
við gleðilag!

Vit prís til Harran syngja,
ei byrðar lata tyngja
:,: og takka í dag. :,:
Tann burtvilsti varð funnin,
til heimið aftur vunnin,
fekk nýggjan song í munnin
– eitt gleðilag.

FavoriteLoadingGoym tekstin