Vit prísa tær, Faðir, at Sonin tú gav

Brita á Váli SmithCharlotta á Váli Olsen
Orð: Brita á Váli Smith, Charlotta á Váli Olsen og Ólavur á Váli
Lag: Peter Sandvall

1. Vit prísa tær, Faðir, at Sonin tú gav,
úr trældómi okkum út at fría.
Á krossi okkum frið hann vann,
og blóð hans har rann.

2. Hann gevur nú frið sín í hjarta og sinn
og biður okkum ikki óttast,
men bera alt fram fyri hann
í bøn og við tøkk.

3. Vit takka tær, Frelsari, fyri tann frið,
tann frið, hesin heimur ikki kennir.
Hann ber ígjøgnum lívsins stríð
og heim, heim til tín.