Vit prísa tær, Gud, sum skapti

Orð og lag: Andrew Berghamar

1. Vit prísa tær, Gud, sum skapti
alheimin, land og hav.
Takk fyri lívsins gávur
– við orðinum, tú gav.
Øll náttúran vitnar,
ja, himmallikam mong,
bjørg og brim og bylgjur
tær bera fagnaðarsong.

2. Vit prísa tær, Gud, sum frelsir
ta ætt, sum fallin var.
Sonur tín kom av Himli,
og vára straff hann bar.
Hann gav sítt blóð á krossi
og synd út strikaði,
Jesus, vár loysnari dýri
og øll vár rættvísi.

3. Vit prísa tær, konga Kongi.
Tú vanst á deyðans nátt.
Vit nú av Himli teg vænta,
títt fólk tú heintar brátt.
Harri, tú ert um ævir,
seg boyggja skal hvørt knæ,
skjótt skulu heima vit vera
– tær prísa loyst og glað.

FavoriteLoadingGoym tekstin