Vit prísa tær, Gud

Orð: William P. Mackay
Lag: John J. Husband
Týtt: Øssur Berghamar

1. Vit prísa tær, Gud,
syngja fagnaðarsong,
til vár Frelsara stóra,
vár Harra og Kong.

Niðurlag: Halleluja, tín er æran,
halleluja, amen,
kom og vitja okkum, Frelsari,
einaferð enn.

2. Vit lova tær, Gud,
fyri ljósið so bjart,
sum av Golgata skein
inn í myrkrið so svart.

3. Vit tilbiðja teg,
alla dýrd geva tær,
tú Guds Lamb, sum á krossinum
synd vára bar.

4. Vit ákalla teg:
Kom og við okkum ver,
so hvør sál fær at kenna,
hvør stórur tú er.

FavoriteLoadingGoym tekstin