Vit prísa tær, Harri

Victor Danielsen
Lag: John Francis Wade
Týtt: Victor Danielsen

1. Vit prísa tær, Harri,
tí tú ert tann, sum doyði,
men livir og valdar
í Himlinum nú,
og har hevur blóð títt
ein bústað vunnið okkum;
tín æran skal vera,
vit lov tær fram bera
og navn títt høgt gera –
alt prís eigur tú!

2. Ja, títt er alt valdið
og stórleiki, æra!
Tí av tær og við tær
og til tín alt er;
hvør rík er tín náði,
hvør stór ein ævig frelsa!
Tín æran skal vera,
vit lov tær fram bera
og navn títt høgt gera –
ver prísaður her!

FavoriteLoadingGoym tekstin