Vit prísa vár Jesusi góða

Orð: Óli Reinert
Lag: Charles H. Gabriel

1. Vit prísa vár Jesusi góða,
sum úthelti blóðið sítt her;
tað sterkari er enn alt annað,
sum nevnast kann í hesi verð.

Niðurlag:
Hitt undurfult frelsandi blóðið,
sum Jesus læt úthella her,
tað er hin sterka verja,
sum eingin kann herja –
so alvísa ráðið Guds er.

2. Tað hevur umskapandi megi
til hjørtu, í trúgv hava sæð,
at blóðið er runnið til frelsu
og røkkur til dagin í dag.

3. Ei virðileyst blóðið kann gerast
av nakrari megi, sum er;
hin illi má undan tí flýggja,
tá tað fyri hann tú fram ber.

4. Nú hevur hans blóð størri virði
enn alt annað, menn kenna her;
tað kann fyri syndina gjalda –
synd alla, í heiminum er.

FavoriteLoadingGoym tekstin